Popprockbólkurin úr Klaksvík hittaði fleiri ferðir í 1990’unum, tá ið teir eisini endaðu millum fremstu bólkarnar í Prix Føroyar kapping.
Aria gav eina útgávu út, og sangir sum Rooftop, Shadow of a Doubt, French Leave og Analja vóru nógv spældir. Aria spældi víðahvar kring Føroya og vóru kendir sum ein sera vælspælandi live-bólkur.
Sangari í bólkinum er Jógvan Hansen, sum síðani hevur fingið yrkisleið sum tónleikari í Íslandi.
Nú savnast tónleikararnir í Aria aftur til eina serliga framførslu á Summar Festivalinum.