20 ára gamla Bára Silvansdóttir hevur givið tvey stakløg út, og fyrr í ár kom hon við EP útgávuni Skuggar, ið inniheldur fýra sangir.
Sangirnir hjá Báru eru persónligir og byggja á upplivingar og royndir í lívinum. Hon setur orð á tankar og kenslur, og hon hugleiðir um sambond og skilnað.
Hetta verður fyrstu ferð, at evnaríka songkvinnan framførir á Summar Festivalinum.