Beinir

SF.FO

Klaksvík 8. - 10. august 2019
Facebook YouTube

Beinir

Beinir er nýggjur poppbólkur, ið varð stovnaður í 2018. Beinir Troest Rasmussen syngur og spælir akkustiskan gittara, Bárður Petersen el-gittara, Eyðtór á Dalbø Gregersen trummur og Benjamin Djurhuus bass.

Í vár hevur bólkurin arbeitt við nýggjum tilfari, og fyrsta staklagið, Drowning in Melody, kom út nú í summar. Sangurin snýr seg um, hvussu tónleikur kann fáa fólk at ferðast úr trupla gerandisdegnum og inn í ein tónleikaheim.

Umframt útgivna sangin, vera fleiri aðrir nýggir sangir at hoyra, tá ið Beinir spælir á Summar Festivalinum 2019.