Blátt Gras

SF.FO

Klaksvík 6. - 8. august 2020
Facebook YouTube

Blátt Gras

Blátt Gras er framúr countrybólkur, sum bæði spælir blue grass, americana og meira traditionellan countrytónleik. Teir spæla sum ein væl smurd maskina og syngja sera sannførandi fleirraddað.

Blátt Gras hevur givið tvær útgávur út. Tann seinna, »Framvegis«, kom í fjørheyst. Báðar útgávurnar eru innspældar í studio í USA. Ljóðføri sum mandolin, violin, banjo, dobro og munnharpa setta sín eyðkenda dám á tónleikin hjá bólkinum.

– Eg havi sagt tað fyrr, at eg eri ikki sørt ovfarin av teirra tónleikaligu evnum, men tað setur mína tónleikaligu virðing á eitt rættiliga høgt støði, skrivaði Fríðálvur Jensen í ummæli av seinastu útgávuni hjá bólkinum.

Blátt Gras hevur verið nógv spælt í útvarpi, og teir vunnu í 2015 FMA heiðursløn fyri sangin »There is Room at the Table«.

Blátt Gras er heimahoyrandi í Vágum og hevur verið virkið síðani 2012. Manningin í bólkinum er: Richard Johansen, Terji Johannesen, Johan Mikkelsen, Jarnhold Nattestad og Ragnar Joensen.