Blue Coat Brass Band

SF.FO

Klaksvík 5. - 7. august 2021
Facebook YouTube

Blue Coat Brass Band

Orkestrið Blue Coat Brass Band spælir lívsglaðan og festligan gøtutónleik. Løgini eru ein samanrenning av New Orleans tónum, funk, soul og hip-hop, og so hevur tónleikurin eisini føroyskar rútmur og huglag yvir sær.
Blue Coat Brass Band hevur verið virkið síðani 2014, og í fjør gav bólkurin út fyrstu fløguna við heitinum Blue Coat. Í august mánaði fer bólkurin aftur í studio at taka tónleik upp til nýggja útgávu.
Tónleikararnir í Blue Coat Brass Band: Johan Hentze (trumpet), Tróndur H. Olsen (trumpet and flugelhorn), Ólavur Olsen (trompet og baryton), Milja Matras Niclasen (trombone), Dávur Juul Magnussen (trombone), Atli K. Petersen (tuba) og Rógvi á Rógvu (trummur)