Bluesette

SF.FO

Klaksvík 4. - 6. august 2022

Bluesette

Tónleikurin hjá Bluesette er fangandi og fullførdur, og tey eru væl samanspæld. Bluesette vann í ár tónleikakappingina Sement, og tá fingu tey nógv rósandi orð fyri framførsluna. Bólkurin spælir lívligan tónleik, sum er merktur av eitt nú blues og funk.
Bluesette vann í Sement kappingini studiotímar, og tey arbeiða við at gera tónleik til nýggja útgávu.
Tónleikararnir í Bluesette eru: Marianna Winther Nagata (sang) Ragnar Finsson (gittar), Kári Fossaberg Ellingsgaard (bass) og Tórður Dam Jacobsen (trummur).