Brímhvítt er óskrivað blað á føroyska tónleikapallinum. Hetta er ein spennandi, nýggjur bólkur, sum skrivar og spælir popptónleik. Tey royna seg fram við ymiskum sjangrum í einstøku sangunum, og tey hava bæði dirvi og hegni til tað.
Við songkvinnuni Bjørk á odda verður tú drigin inn í eina verð av stórum og djúpum kenslum og fangandi melodium.