Bubu

SF.FO

Klaksvík 3. - 5. august 2023

Bubu

Klovnurin Bubu er sera væl umtóktur millum børnini – bæði á netinum og á konsertum. Bubu undirheldur og syngur fyri børnum, og fleiri av sangunum eru umvegis YouTube blivnir hitt millum tey smáu.

Bubu verður við í Silvalandi, og hann hevur eisini framførslu á Torginum. Tá fáa familjurnar sangir sum »Eg havi eina hond«, »Súkkla nú«, »Koyra, koyra« og aðrar.