Danny & The Veetos

SF.FO

Klaksvík 8. - 10. august 2019
Facebook YouTube

Danny & The Veetos

Danny & The Veetos spæla fólksligan popptónleik, sum hevur slóðir bæði til fólkatónleik og framrættaðan popp.

Danny & The Veetos komu sum eitt frískligt lot yvir føroyska tónleikapallin í 2013, og síðani hava teir innspælt, útgivið og framført við nógvari orku.

Danny & The Veetos hava vunnið hjørtu við sangum sum »Sunnukvøld í mai«, »Alright«, »Farvæl« og »Stúr ei meir«. Bólkurin hevur eisini nýggjari sangir í viðførinum, og nú eru teir aftur til reiðar at spæla á landsins størsta tónleikatiltaki.