Danny & The Veetos

SF.FO

Klaksvík 4. - 6. august 2022

Danny & The Veetos

Popputur fólkatónleikur ella fólksligur popptónleikur. Danny & The Veetos hava síðani 2013 verið eitt frískligt lot í føroyskum tónleiki, og teir hava gjørt og innspælt nakrar frálíkar sangir, sum føroyingar hava tikið til sín.

Seinasta hittið hjá Danny & The Veetos er sangurin ”Sunnukvøld í mai”.

Danny & The Veetos hava havt framførslur kring landið og uttanlands. Teir hava millum annað spælt í grønlendska høvuðsstaðnum Nuuk.

Summar Festivalurin er fegin um at kunngera, at Danny & The Veetos spæla á Summar Festivalinum í august.