Danny & Ingi

SF.FO

Klaksvík 4. - 6. august 2022

Danny & Ingi

Teir eru sterkir solistar og hava skapt stór hitt hvør sær, men teir eru eisini framúr, tá ið teir framføra saman. Danny Baldursson úr Klaksvík og Ingi Poulsen úr Vági hava samstarvað nógv seinnu árini. Teir hava skrivað tónleik saman, og teir hava havt nógvar felags framførslur.

Danny Baldursson kom veruliga fram við bólkinum Danny & The Veetos, sum spældi fangandi popptónleik. Sangir sum »Sunnukvøld í mai«, »Alright« og »Farvæl« hava verið hitt og væl umtóktir bæði í útvarpi og á konsertum. Seinastu tíðina hevur Danny Baldursson spælt undir egnum navni, og hann hevur útgivið fleiri sangir á enskum máli, sum eru ætlaðir altjóða marknaðinum. Danny hevur samstarvað við framleiðarar og fólk í tónleikavinnuni uttanlands – eitt nú í Bretlandi og USA.

Ingi Poulsen fekk stóra gjøgnumbrotið við sanginum »Tann fittasta«, og síðan hevur hann lagt fleiri frálíkar sangir afturat. Sangir sum »Kostbar«, »Tá ið eg síggi teg« og »Sama veg«.

Ingi hevur serstakt ljóð og úttrykk, og við sjamerandi suðuroyarmáli hevur hann fingið føroyingar at syngja við til sínar sangir.

Danny & Ingi far at hava framførslu á Vágsbø á Summar Festivalinum 2022.