Døgg Nónsgjógv hevur sungið, síðani hon var smágenta, og hóast hon bert er 20 ára gomul, hevur hon verið frammi í føroyskum tónleiki í fleiri ár. Hon skrivar sjálv sangir, og í 2014 varð sangurin Tú tók mína hond heiðraður á FMA tiltakinum.
Døgg hevur síðani 2013 givið einstakar sangir út, og í fjør kom hon við útgávu við 8 sangum á.
Døgg hevur áður framført á Summar Festivalinum, og vit ynskja henni vælkomnari aftur á ársins festival.