Dynamit

SF.FO

Klaksvík 4. - 6. august 2022

Dynamit

Hittbólkurin við teimum festligu framførslunum verður við á Summar Festivalinum 2022.

Gestir á Summar Festivaliunum hava gjøgnum árini fingið nakrar minniligar framførslur frá Dynamit, sum ferð eftir ferð hevur fingið Vágsbø at kóka við teirra lætta og fangandi tónleiki. Ja, Vágsbøur hevur verið eitt slag av heimavølli hjá Dynamit.

Dynamit hevur síðan áttati árini skapt og spælt fangandi popptónleik, sum er lættur at syngja við til og njóta. Sangir sum »Grøv nummar 13«, »Pápi tín býr ei í Tórshavn«, »Ein vátur og kaldur drongur«, »Bangin«, »Hví gongur Tom altíð skít« og aðrir hava verið hitt, og teir rigga framúr væl sum festivalsangir.

Nú er Dynamit klárt til enn eina framførslu á landsins størsta tónleikatiltaki. Vágsbøur, ger teg til reiðar!