Eyðun Jacobsen

SF.FO

Klaksvík 3. - 5. august 2023

Eyðun Jacobsen

Eyðun Jacobsen er sera virkin í føroyskum gospeltónleiki. Hann syngur, skrivar sangir, gevur út, framførir og hjálpir øðrum tónleikarum við útgávum. Hann hevur gjørt nógvar ferðir til Nashville at gera innspælingar – bæði hjá sær sjálvum og saman við øðrum.

Klaksvíkingurin gav longu í áttati árunum út gospeltónleik, og hann hevur síðani verið virkin í nógvum samanhangum ­­– bæði í bólkum, kórum og sum solistur.

Eyðun Jacobsen luttekur á ársins Summar Festivali og spælir á Torginum.