Grandma’s Basement

SF.FO

Klaksvík 8. - 10. august 2019
Facebook YouTube

Grandma’s Basement

Nakrar av lívligastu og festligastu framførslunum á Summar Festivalinum hava verið, tá ið Grandma’s Basement hevur spælt í stóra tjaldinum.

Klaksvíksbólkurin við teimum fangandi sangunum hevur sum fáur megnað at fingið áhoyrarafjøldina at liva og syngja við.

Grandma’s Basement byrjaði sum ein kjallarabólkur, og í 2010 teir fóru at spæla inn og geva út, vunnu Planet Awards, hittaðu við fleiri sangum og hava síðani havt herligar framførslur – serliga á Summar Festivalinum, har teir hava verið fastir fúsir.

Í fjør hildu Grandma’s Basement frí frá Summar Festivalinum, men nú koma teir sterkt aftur og vera fyri fyrstu ferð at uppliva at stóra palli á Vágsbøi. Tað verður ein heilt serlig og serliga festlig løta.

Ver har!