Hallur Joensen

SF.FO

Klaksvík 6. - 8. august 2020
Facebook YouTube

Hallur Joensen

Nú fer føroyski countrykongurin fyri fyrstu ferð at hava konsert á Vágsbø á Summar Festivalinum. Og tað verður ein heilt serliga framførsla, har nógv verður gjørt burturúr.

Hallur Joensen gav fyrstu fløguna út í 2008, og hon varð stóra gjøgnumbrotið, tí fløgan seldi óvanliga væl og gav Halluri luft undir veingirnar. Síðan hevur Hallur verið millum best umtóktu heimligu sangararnar, og hann hevur verið íðin at spæla konsertir og geva tónleik út. Hallur er eisini væl umtóktur uttan fyri Føroyar, og hann hevur á hvørjum ári nógvar framførslur uttanlands. Aftur í ár bíða nógvar spennandi konsertir í útlandinum fyri framman.

Síðan 2008 hevur Hallur Joensen latið seks útgávu frá sær, og mangir eru sangirnir, sum fólk hava tikið til sín. »Lívið er ein lítil løta«, »Gyltu ljósakrúnurnar«, »Tú eigur dagin í dag« og »Kyss ein eingil hvønn morgun« bara fyri at nevna nakrar. Nýggj útgáva, sum lutvíst er upptikin í Nashville í USA, er á veg.

Á ársins Summar Festivali fer Hallur Joensen at hava stóra countrykonsert við sínum væl mannaða og væl spælandi bólki.