Hamradun

SF.FO

Klaksvík 8. - 10. august 2019
Facebook YouTube

Hamradun

Hamradun blandar fólkatónleik og kvæði við munadygt gittarspæl og sevjumikið rockstev, og á odda fyri bólkin er mergjaði sangarin Pól Arni Holm.

Hamradun hevði eina framúrskarandi framførslu á Summar Festivalinum í fjør, og teir eru til reiðar at endurtaka stóru løtuna á ársins festivali.

Hamradun sum bólkur varð stovnaður í 2015, og umframt Pól Arna telur bólkurin eisini nakrar av okkara fremstu tónleikarum, sum hvør í sínum lagi hava verið virknir á føroyska tónleikapallinum í fleiri ár.