Herborg & Rakul

SF.FO

Klaksvík 6. - 8. august 2020
Facebook YouTube

Herborg & Rakul

Í fleiri ár hevur Herborg Torkilsdóttir skrivað yrkingar og gjørt løg, men tað er ikki fyrr enn í ár, at hon hevur roynt flogið við útgávu av sangum. Hon hevur innspælt tveir sangir higartil – »Lalala« og »Are you sure?« – og báðir sangirnir hava fingið góða móttøku. Stílurin er americana, country og bluegrass.

Saman við Herborg spælir Rakul Petersen, sum er ein av Petersen songsysturunum, ið hava givið fløgu út. Rakul spælir gittar og syngur saman við Herborg.

Tær hava havt fleiri framførslur saman seinastu mánaðirnar, og vit eru fegin um at bjóða teimum vælkomnum á landsins størsta tónleikatiltak.