Herborg Torkilsdóttir

SF.FO

Klaksvík 4. - 6. august 2022

Herborg Torkilsdóttir

Í 2019 gav Herborg Torkilsdóttir fyrsta sangin út, og síðan tá hevur hon verið sera virkin við innspælingum av sangum og framførslum á konsertum.

Fleiri av sangunum hjá henni hava verið útvarpshitt – til dømis sangir sum »Eg uttan teg«, »Tú spælir við meg« og »Náttin var okay«.

Herborg yrkir og skrivar sangir, og hon dugir væl at seta orðini saman, so tey fanga, og løgini eru góð.

Herborg Torkilsdóttir hevur framførslu í Tjaldinum á Summar Festivalinum 2022.