Hjalmar & Dagfinn

SF.FO

Klaksvík 3. - 5. august 2023

Hjalmar & Dagfinn

Teir eru kendir og royndir hvør í sínum lagi – og ikki minst sum ein sterk duo seinastu mongu árini. Kendir eru teir til dømis fyri sangin »Vovið av Guði«.

Dagfinn Olsen byrjaði í áttatiárunum í Springs úr Hoyvík, ið gav fløgu út í 1989, har millum annað »Lotið« og »Bøllefrø« vóru hitt. Seinni gav hann út undir egnum navni, Dagfinn og Impulz, og av fløguni minnast vit serliga væl sangirnar »Prikkuta Mona« og »Fagri Flokkur«, sum Kim Hansen legði rødd til. Fyri stuttum gav hann út útgávu við barnasangum.

Hjalmar Magnussen var limur í væl umtókta suðuroyarbólkinum Júmen, ið tók lut í Prix Føroyar kappingini í nítiárunum. Hann hevur leikt í fleiri suðuroyarbólkum og er kendur sum frálíkur sangari.

Hjalmar og Dagfinn hava seinni mongu árini framført tveireinir til alskyns tiltøk, alt frá cefétónleiki til brúdleyp, føðingardagar og til aftankvirru. Teir fevna víða, og stundum hava teir havt fók afturat sær.

Teir vóru við á útgávuni Rock í Føroyum 2 við lagnum »Fortíð, Nútíð, Altíð« og á fløguverkætlanini Vælskapt Brek, har eini 80 innsend løg komu inn, vóru teir millum tey 19, ið sluppu við á fløguna við sama navni. Har spæla teir sangin »Vovið av Guði«, ið óivað verður at hoyra á Summarfetivalinum 2022.

Hjalmar og Dagfinn taldust eisini millum tónleikarar, ið gjørdu beinleiðis tónleikasendingar á netinum, tá korona var í hæddini, og har hoyrdist, at nógv løg hava ligið í skuffuni og eru klár at geva út, og ætlanir eru eisini um hetta. Men á Summar Festivalinum verður okkurt av hesum løgum at hoyra, tá Hjalmar og Dagfinn fara á pall.