Ingibjørg Hansen úr Mikladali er ein sera evnarík songkvinna, sum hevur verið við á Summar Festivalinum nakrar ferðir.
Hennara framførslur hava verið hugtakandi, og í miðdeplinum er tann framúr góða røddin hjá ungu kvinnuni.
Einaferð í tíðini vann Ingibjørg Barnaprixið, men hon nógv vatn er runnið í ánni síðani, og hon hevur ment seg til eina fjølbroytta songkvinna, sum kann syngja og tulka nógv ymisk tónleikasløg.