Jóhan Solo er einmansbólkur hjá føroyskum tónleikara, sum er búsitandi í Danmark. Hann hevur fjølbroytta bakgrund sum tónleikari og hevur bæði skrivað filmstónleik og verið rocktónleikari.
Jóhan syngur, spælir gittar og brúkar ymisk slagverk í framførsluni. Hann skrivar egnar sangir og er sera dugnaligur gittarspælari. Jóhan spælir eitt bland av fólkatónleiki, blues og rocki, og gjøgnum árini hevur hann spælt í eitt nú Danmark, Kekkia, Slovakia.
Nú vitjar Jóhan Solo fyri fyrstu ferð á Summar Festivalinum.