Kári Fossdalsá

SF.FO

Klaksvík 3. - 5. august 2023

Kári Fossdalsá

Hann byrjaði heldur varisliga, men endaði við at vera stórur profilur í donsku X Factor kappingini, har hann varð nummar 2 í ársins kapping.

Kári Fossdalsá av Toftum hevur góða rødd, hann syngur væl, og hann hevur eina natúrliga útstráling, sum styrkir hansara framførslur. Hann kom mest sum burtur úr ongum, tá ið hann var við í donsku sangkappingini, men hann hevði eyðsýnt talent og mentist í stórum undir kappingini. Nú tekur hann stigið inn á landsins størsta tónleikatiltak.

Kári Fossdalsá spælir á Torginum á Summar Festivalinum.