Kim Hansen

SF.FO

Klaksvík 3. - 5. august 2023

Kim Hansen

Við sannførandi klaverspæli og framúr góðari sangrødd hevur Kim Hansen spælt seg inn í hjørtuni hjá føroyingum.

Hann hevur spælt í ymiskum tónleikabólkum, men stendur serliga sterkur sum solistur.

Við sangum sum «Maria«, »Meistarin«, »Ein country og western sang« og »Fagri flokkur« hevur hann sungið og tulkað sangir, sum fáir føroyskir sangarar megna tað.

Tá ið hann setur seg við klaverið og lagar mikrofonina til sín, veitst tú, at løtan verður serstøk, og tað er líkamikið, um tað er ein stórur festivalur ella minni konsert. Kim kemur út til fólkini.