Lena Anderssen

SF.FO

Klaksvík 4. - 6. august 2022

Lena Anderssen

Lena Anderssen er millum tær størstu tónlistakvinnurnar í Føroyum. Síðan seint í 1990’unum hevur hon sum skrivað, útgivið og spælt tónleik heima og burturi. Hon hevur gjørt langa røð av frálíkum sangum, og tað hevur altóið verið dygd og tyngd í hennara tónleiki. Øll árini hevur hon samstarvað við mannin Niclas Johannesen, sum bæði skrivar, framleiðir og spælir tónleik saman við henni.

Lena hevur havt nógvar konsertir uttanlands, har hon altíð verið væl móttikin og fagnað. Hon hevur eisini havt ymisk tónleikalig samstørv við tónleikarar og framleiðarar í eitt nú Onglandi og USA.

Nú kemur Lena Anderssen og bólkur hennara aftur á Summar Festivalin at spæla.