Linda Andrews er ein av Føroya dugnaligastu songkvinnum. Hon kann syngja fleiri tónleikasløg – eitt nú popp, soul, funk og gospel.
Á Summarfestivalinum fer Linda Andrews saman við bólki sínum at framføra sangir av seinastu útgávu sínari, »Live at Studio 55«, sum hevur fingið sera góða móttøku.
Linda hevur í nógv ár havt tónleik sum yrki. Hon hevur verið songkvinna, sangskrivari, vokalcoach og dirigentur í Keypmannahavn.
Stóra fjøldin av føroyingum og danskarum kenna hana helst sum vinnara av songkappingini X Factor.