Marius DC

SF.FO

Klaksvík 4. - 6. august 2022

Marius DC

Fyri trimum árum síðani útgav Marius DC fyrsta sangin, og síðan hevur gingið ein veg hjá unga rapparanum úr Havn. Hann hevur útgivið fleiri útgávur, hann hevur vunnið heiðurslønir, og fyri kortum vann hann tónleikakappingina Sement. Hann hevur veruliga vunnið fram sum eitt av mest spennandi nýggju nøvnunum í føroyskum tónleiki.

Marius DC skrivar og framleiðir tónleik sjálvur. Hann ger sonevnd beats og rappar saman við teimum. Hann er nakað heilt fyri seg í føroyskum tónleiki, og tað sveimar eitt altjóða huglag fyri hip hop tónleikinum hjá Marius DC.

Longu fyri tveimum árum síðan, tá ið Marius DC var spildurnýtt navn í føroyskum tónleik, var hann biðin um at spæla á Summar Festivalinum, men koronusmittan avlýsti tveir festivalar, og nú Marius DC umsíðir kemur á landsins størsta tónleikatiltak, stendur hann sterkari enn nakrantíð sum artistur.