Nico & Vinz

SF.FO

Klaksvík 8. - 10. august 2019
Facebook YouTube

Nico & Vinz

Nico & Vinz eru norðmenn uppvaksnir í Oslo. Teir hava ættarbond til Afrika, og tað hoyrist aftur í tónleikinum hjá teimum, sum er bæði popputur og lívligur.

Fyrsta stóra hittið fingu teir í 2014, tá ið sangurin »Am I Wrong« klatraði upp á tónatindarnar kring allan heimin – eisini í USA og Bretlandi. Nico & Vinz hevur síðani havt fleiri onnur hitt – eitt nú »That’s How You Know«, »In Your Arms« og »When The Day Comes«. Nico & Vinz arbeiða nú við nýggjari útgávu.

Umframt stórar løtur á hitlistum hava Nico & Vinz gingið sigursgongd við live-framførslum kring heimin. Teir eru framúr á palli, og teirra sjarmerandi og fevnandi pallframferð gevur áhoyrarunum hug at smílast og syngja við. Nico & Vinz hava spælt í fleiri av stóru talkshowunum í USA – eitt nú hjá Ellen Degeneres og Jimmy Fallon – og teir hava eisini spælt á jólakonsert, sum Barack Obama, forseti, skipaði fyri uttan fyri Hvítu Húsini.

Nico & Vinz koma nú á fyrsta sinni til Føroya at framføra.