Norski spælimaðurin Ola Nordskar hevur í fleiri áratíggju skrivað og framført egnar sangir.
Hann skrivar sangir um lívið og um lívsins viðurskifti – og hann ger góð og fangandi løg.
Ola hevur gjøgnum árini havt gott og regluligt samband til Føroya, og onkrir av hansara sangum eru týddir til føroyskt – eitt nú á útgávu hjá Millum Frændur.
Ola spælir sum solistur á Torginum.