Ólavur á Váli

SF.FO

Klaksvík 8. - 10. august 2019
Facebook YouTube

Ólavur á Váli

Dugnaligi countrysangarin Ólavur á Váli hevur sungið og spælt alment í nógv ár. Hann hevur útgivið fløgu, sum er innspæld í Nashville í USA, og hann hevur eisini innspælt einstakar sangir – tann seinasti kom fyri kortum og kallast »Føroyar mín drotning«.

Ólavur á Váli syngur countrysangir, andaligar sangir og fosturlandssangir, og hann syngur á bæði enskum og føroyskum máli. Sterka røddin er í miðdeplinum, og Ólavur dugir væl at fanga fólk við sínum framførslum.

Ólavur spælir á Torginum.