Punjab

SF.FO

Klaksvík 5. - 7. august 2021
Facebook YouTube

Punjab

Punjab hevur seinastu árini sett veruligt lív í føroyskan tónleik. Bólkurin spælir alternativan funk-rock við jazzíblástri og er nakað heilt fyri seg á tónleikapallinum í Føroyum.

Bólkurin Punjab var stovnaður í 2012, og í fjør góvu teir fyrstu útgávuna, The Flying Elephant, út. Teir hava eisini gjørt vart við seg við framførslum á størri og smærri tiltøkum og konsertum kring landið.

Framførslurnar hjá Punjab eru lívligar og grundaðar á framúr samanspæl hjá dugnaligum tónleikarum. Teir hava skrivað frálíkar sangir og lagt til rættis sera fangandi tónleik.

Nú er tíðin komin til, at Punjab vitjar landsins størsta tónleikatiltak, og í august mánaði fer Punjab at seta lív í stóra tjaldið á Summar Festivalinum.