Rani Nolsøe

SF.FO

Klaksvík 8. - 10. august 2019
Facebook YouTube

Rani Nolsøe

Rani Nolsøe, sum tey flestu munna kenna sum ein av oddamonnunum í Frændum, spælir við egnum bólki á Summar Festivalinum hesaferð.

Rani Nolsøe hevur útgivið fleiri sangir sum solistur, og hann fer at spæla hesar sangir – eitt nú »Føroyar er mítt land«, »Flemish Kap« og »Nærmast tá«. Rani fer eisini at tríva í nakrar av sangunum, sum hann hevur skrivað til Frændur – til dømis »Men í nátt« og »Zelot«.

Saman við Rana Nolsøe spæla Henning Hjalt Nicodemussen (trummur), Jógvan Fróði Baldvinsson (bass), Eyðun Ranason Nolsøe (gittar) og Pætur við Keldu (ljómborð).