Rannvá Álaberg

SF.FO

Klaksvík 5. - 7. august 2021
Facebook YouTube

Rannvá Álaberg

Rannvá Álaberg hevur seinastu sjey árini verið virkin sum songkvinna í Føroyum. Eftir uppihald á tónleikaskúla í Danmark avgjørdi hon at fylgja sínumtónleikadreymi.

Hon skrivar egnar sangir, og hon framførir javnan á tiltøkum.

Í fjør var Rannvá Álaberg við á Summar Festivalinum, og vit eru fegin um, at hon aftur í ár fer á pall á landsins størsta tónleikatiltaki.