Rasmus Bjerg

SF.FO

Klaksvík 3. - 5. august 2023

Rasmus Bjerg

Rasmus Bjerg kemur við bólki sínum á Summar Festivalin at framføra teir bestu sangirnar hjá legenduni John Mogensen – »Så længe jeg lever«, »Der er noget galt i Danmark«, »To mennesker på en strand«, »Fut i fejemøget« og aðrar.

Hetta eru sangir, sum føroyingar hava lurtað sera nógv eftir, og nú kunnu teir upplivast live við einum framúr góðum bólki og einum fantastiskum sjónleikara og sangara í leiklutinum sum John Mogensen.

Rasmus Bjerg spældi John Mogensen í sera væl umtókta filminum »Så længe jeg lever«, og síðani hevur Rasmus Bjerg framført sum John Mogensen á festivalum og konsertum – og ummælini hava verið framúr góð.

Fólkakæri John Mogensen var hittsangari av teimum heilt stóru. Hann útgav bestseljandi plátur, og sangirnir liva væl, nú 45 ár eftir at John Mogensen doyði alt ov ungur í 1977. Føroyingar hava eisini lurtað nógv eftir tónleikinum hjá John Mogensen, og fleiri sangir eru týddir til føroyskt og útgivnir her.