The Reverends

SF.FO

Klaksvík 5. - 7. august 2021
Facebook YouTube

The Reverends

Bólkur The Reverends bjóðar country og amaricana tónleik á høgum stigi. Karismatiski live-bólkurin hevur verið virkin síðani 2004, tá ið teir byrjaðu sum útisetabólkur í Keypmannahavn. Teir góvu fyrstu fløguna út sum útisetabólkur. Útgávan kallast When You’re Done.
The Reverends hava spælt víðhvar, bæði uttanlands og í Føroyum. Eitt nú luttóku teir tvær ferðir á Silkeborg Countryfestival, og teir vóru við til størsta country og folk festivalin í Letlandi.
The Reverends arbeiða við nýggjum tilfari, og teir eru eisini klárir til eina live-framførslu á Summar Festivalinum.
Manningin er: Niclas Thorsteinsson (Sang), Janus Kampmann (Guitar), Jens V. Jakobsen (Guitar), Kristin Nolsøe Bech (Bass) og Rúni Mouritsen (Trummur).