Safir

SF.FO

Klaksvík 4. - 6. august 2022

Safir

Bólkurin Safir er mannaður við Tór Verlandi Johansen og Janusi Trúgvason. Teir komu av álvara fram í 1996, tá ið teir lótu fløgu frá sær. Tónleikurin var sermerkur, fólkakendur poppur við hugflogsríkum og løttum tekstum, og tað fangaði.

Fleiri av sangunum á útgávuni vóru nógv at hoyra, og fólk munnu framvegis kennast við teir – eitt nú »Tú ert so deilig«, »Høgra Jam« og »Mánin«.

Nú hevur Safir givið nýggjan tónleik út, og í ár vera teir fyri fyrstu ferð við á Summar Festivalinum.