Signar í Homrum

SF.FO

Klaksvík 4. - 6. august 2022

Signar í Homrum

Tað var í tjaldinum á Summar Festivalinum, at Signar í Homrum fyri meira enn 10 árum síðani staðfesti seg sum solist í føroyskum tónleiki. Signar hevði annars spælt í fleiri bólkum – ikki minst væl umtóktu Kjølar – men hann var farin at útgeva sangir sum solistur, og við einari minniligari framførslu í fullsettum tjaldi, sum ikki vildi sleppa væl syngjandi kollfirðinginum aftur, steig Signar veruliga inn á føroyska tónleikapallin sum ein av okkara best umtóktu solistum.

Síðani hevur hann skrivað, sungið og útgivið sangir, sum føroyingar veruliga hava tikið til sín. Sangir sum »Tað er gott at elska«, »Kærleikans mátt«, »Sorgblídni«, »Mín skattur« og aðrir hava verið spældir og sungnir nógv, og teir kunnu framvegis savna føroyingar í heilhjartaðan felagssang.

Signar í Homrum og bólkur hansara – teir spæla vanliga undir navinum Rox – verða við á Summar Festivalinum 2022. Ger teg til reiðar at syngja við!