Silvaland

SF.FO

Klaksvík 3. - 5. august 2023

Silvaland

Summar Festivalurin hevur gestir í øllum aldri, og tey yngstu kunnu dusa sær í Silvalandi, sum er í KÍ-høllini og Badmintonhøllini. Samanbygdu ítróttarhøllirnar, sum eru uppskrýddar til høvið, bjóða fjølbroyttar aktivitetir, undirhald, sangløtur og mangt annað – eitt nú við hoppiborgum, boingbóltum, spælibreyt, andlitsmáling, teknistovu, barnacafé, ballóngørðum og mangt annað.

Hvønn av teimum trimum festivaldøgunum verður sangur, tónleikur og undirhald av pallinum.

Silvalandið byrjar hósdagin klokkan 15 sum skrúðgonga og gøtukarneval eftir Klaksvíksvegnum við pyntaðum, larmandi, fløggskrýddum, syngjandi og dansandi børnum og kreativum ungdómi, sum fara at seta sín góðan dám á Summar Festivalin.

Vit eru øll ein stór familja. Heimurin er vorðin minni og Føroyar ríkari. Hvønn dag uppliva vit nýggj og spennandi andlit. Fjølbroyttu Føroyar er ein serstøk barnakonsert, har vit hoyra sangir á føroyskum og fremmandum máli og pallseta eina mentan, sum ikki er heilt vanlig her í Føroyum.

Á skránni eru eisini tann stuttligi og festligi BUBU, barnavinurin Trølla Pætur, danisbólkurin Girl Hop Crew, frískar Kular Røtur, barna Sway og gamli dinosaururin Dia. Nógv verður gjørt burturúr frá teimum allarminstu til tey størstu. Og ongin nýtist at ganga svangur, sprongdur ella at keða í Silvalandinum, sum er kallað upp eftir fittu haruni, sum tú helst kemur at síggja og møta fleiri ferðir á Summar Festivalinum.

SILVALAND

KÍ-Høllin & Badmintonhøllin

Hósdagur 4. august
Kl. 15.00: Skrúðgonga og barnakarneval úr Klaksvíksgarðinum heim á festivaløkið
Kl. 15.45: SILVI og BUBU bjóða vælkomin
Kl. 16.30: Girl Hop Crew
Kl. 17.00: Fjølbroyttu Føroyar – konsert
Kl. 18.30: Dinosaururin DIA & LARMA
Kl. 19.00: Syngið við

Kl. 20.00: Silvaland letur aftur

Fríggjadagur 5. august
Kl. 15.00: Silvaland letur upp
Kl. 15.15: BUBU bjóðar vælkomin
Kl. 15.30: Trølla Pætur, Trølla Omman og Ommudidd
Kl. 17.00: Kular Røtur konsert á Torginum
Kl. 18.30: Girl Hop Crew & DIA
Kl. 19.00: Syngið við

Kl. 20.00: Silvaland letur aftur

Leygardagin 6. august
Kl. 15.00: Silvalandið letur upp
Kl. 15.30: Kular Røtur – karaoke
Kl. 17.00: BUBU konsert á Torginum
Kl. 18.30: Girl Hop Crew & DIA
Kl. 19.00: Barna Sway
Kl. 19.45: Silvi takkar fyri hesiferð

Kl. 20.00: Silvaland letur aftur