Skid Row

SF.FO

Klaksvík 6. - 8. august 2020
Facebook YouTube

Skid Row

Í 1986 funnu nakrir uppreistrarsinnaðir unglingar saman í New Jersey í USA. Teir ætlaðu at taka heimin við framfýsnum rocktónleiki og spruttandi orku. Vígvøllurin var pallurin, og vápnini vóru sangirnir.

Trý ár seinni var Skid Row á rocktoppinum. Fyrsta útgávan hjá bólkinum í 1989 var rimmar gjøgnumbrot og stórseljari, og sangir sum »I Remember You«, »Youth Gone Wild«, »18 And Life« og »Monkey Business« rungaðu um alla verðina.

Bólkurin rockaði seg inn á hitlistar heima og burturi, og boð vóru eftir teimum til konsertir kring alt USA og heimin. Teir hava spælt á festivalum, stadionkonsertum og høllum sum høvuðsnavn og saman við bólkum sum Bon Jovi, Aerosmith og Mötley Crüe.

Eftir eftir ein steðg nøkur ár frá miðskeiðis í níti árunum, funnu tríggir av upprunalimunum saman aftur, og síðani hevur bólkurin aftur verið virkin við framførslum og útgávum.

Dave Sabo, Rachel Bolan og Scotti Hill bera uppreistrarandan úr New Jersey víðari, og afturat sær hava teir Rob Hammersmith og ZP Theart.

Nú kemur Skid Row á Vágsbø at hava ársins rockkonsert.