Steelheart

SF.FO

Klaksvík 3. - 5. august 2023

Steelheart

Steelheart bjóðar fangandi rockhitt, framfýsin gittarriff og framúr sangara. Bólkurin spælir klassiskan gittarrock og hevur hittað við sangum sum »I’ll Never Let You Go«, »She’s Gone« og »We All Die Young«.

Bólkurin hevur sín uppruna í Connecticut í USA, men tá ið tónleikararnir fluttu til Los Angeles, fingu teir plátusáttmála og góvu fyrstu plátuna út í 1990. Hon seldi til gull í USA, og tað er av hesari útgávu, at flestu av kendu sangunum hjá bólkinum eru. Bólkurin hevur havt sangir á Billboard hitlistum og hevur eisini hittað uttanfyri USA. Nógvir rockáhugaðir føroyingar munnu hava sæð videoløg hjá teimum á MTV.

Miljenko Matijevic, sum er tiltikin góður rocksangari, er oddamaður í Steelheart. Tá ið hann var seks ára gamal, flutti Miljenko saman við familjuni úr Kroatia til USA at búgva. Miljenko droymdi um at blíva rocksangari, og í 1980 fór hann upp í fyrsta bólkin. Miljenko Matijevic er kendur sum framúr sangari og kann veruliga fara á flog við røddini. Hann legði rødd til leiklutin hjá Mark Wahlberg í kenda filminum Rock Star, ið kom út í 2001, og onkur sangur úr filminum er við á setlistanum hjá Steelheart.

Steelheart bjóðar fangandi rocksangir, flottar balladur og nógv framfýsin gittarriff. Stutt sagt verður tað ein rockkonsert av góða, gamla slagnum, tá ið Steelheart fer at spæla á Vágsbø.