Stongum, Guttesen & Ravnsfjall

SF.FO

Klaksvík 4. - 6. august 2022

Stongum, Guttesen & Ravnsfjall

Magnus av Stongum, Jóan Jakku Guttesen og Sámal Ravnsfjall eru stórir profilar í føroyskum tónleik.

Teir eru millum fremstu umboð av vágasound og hava gjøgnum árini samstarvað á ymiskan hátt. Onkuntíð hevur tað verið í Tinganest, onkuntíð Vágaverk, onkuntíð Stongum & Guttesen, og á Summar Festivalinum verður tað Stongum, Guttesen & Ravnsfjall.

Hetta verður ein heilt serlig løta, tá ið vit fáa perlur sum »Eftir 1001 nátt«, »Annan sang«, »Medistari í karri«, »Kom heim« og »Rumbuldós«.

Hetta verður ein syngið-við løta av teimum heilt stóru, og vit gleða okkum at hoyra teir dugnaligu vágmenninar spæla aftur á Summar Festivalinum.