Swangah

SF.FO

Klaksvík 8. - 10. august 2019
Facebook YouTube

Swangah

Swangah er framfýsin rappbólkurin, sum gav sínar fyrstu sangir út í 2011. Teir hava yrkt, rappað og spælt, so tað stendur eftir hesi árini síðani.

Swangah hevur nógv upp á hjartað, og teir bæði revsa og rósa í sínum eyðkendu rappsangum, sum eisini kunnu hava fangandi niðurløg.

Swangah hevur fingið fleiri heiðurslønir fyri bæði tónleik og yrkingar, og nú eru teir til reiðar at taka Vágsbø aftur.