Swangah

SF.FO

Klaksvík 3. - 5. august 2023

Swangah

Swangah er nakað heilt fyri seg í føroyskum tónleiki. Rappbólkurin hevur víst høgt flog, tá ið tað kemur til orð og løg, og teir hava stóra undirtøku millum fólk.

Swangah kom sum ein summaródn inn á føroyska tónleikapallin við fyrstu útgávuni í 2011, og síðani hava teir latið aðrar útgávur frá sær og hava samstarvað við aðrar bólkar og sangarar á einstøkum sangum.

Swangah er heimligt rapp á høgum stigi. Teir bæði rósa og revsa í sínum væl skrivaðu tekstum, og teir duga eisini at gera fangandi niðurløg. Swangah hevur vunnið fleiri heiðurslønir fyri tónleikin.

Swangah fer at rappa og rista Vágsbø við náttarframførslu fríggjakvøldið.

Hesir spæla við Swangah á Summar Festivalinum: Ragnar Davidsen (vokal), Steen Rói Lorenzen (vokal), Eyðun Müller Thomsen (trummur) og Benjamin Petersen (gittar).