Framfýsnu rappararnir í Swangah spæla við á Summar Festivalinum í ár.
Í 2011 kom rappbólkurin Swangah sum ein hvirla inn í føroyska tónleikaheimin. Speisku og framfýsnu rappararnir fingu veruligt gjøgnumbrot við sanginum Frá Bygd Til Bý, og síðani hava teir ikki verið til at steðga.
Navnið hevur bólkurin fingið úr grannalagnum í Svanga í Havn, har teirra bakgrund er, men við framúr framførslum og útgávum hava teir vunnið fjepparar kring alt landið.
Swangah hevur áður framført á Summar Festivalinum, og tað hava verið minniligar konsertir. Nú eru rappararnir til reiðar at taka enn eitt tørn á Føroya størsta tónleikatiltaki.