Sway

SF.FO

Klaksvík 4. - 6. august 2022

Sway

SWAY er jazz trio, kvinnað av Marionnu Winther Nagata, Katrinu Olsen og Daniu O. Tausen. Tær tríggjar syngja livandi og sera undirhaldandi løg, a capella. Trioin dregur serligan íblástur frá jazztrioini The Andrews Sisters, ið gjørdist kend í 1930.

SWAY framførslur eru samansettar við gomlum tilfari hjá eitt nú The Andrews Sisters og egnum tilfari, ið tær hava skrivað innanfyri sama stíl.

Síðani tær byrjaðu, hava tær gjørt nógv um seg á ymsum føroyskum pallum. Tær hava arrangerað til – og sungið við – Føroya Symfoniorkestri til Nýggjárskonsertina 2020, umarrangerað og framført eitt lag hjá Eivør saman við henni. Framført á skúlum kring alt landið við Listaleypinum og sungið fyri Drotning Margrethu. Fyrr í ár vunnu tær tónleikakappingina Stella Polaris og harafturat hava tær spælt eitt ótal av konsertum kring landið til privat og almenn tiltøk.

Tær verða lýstar sum eitt frískt lot innan føroyska tónleikamentan við at taka fólk á bóli við sínari karismu og skemtiligu framførslum. Tónleikurin er undirhaldandi og huglagið smittandi.

SWAY hava sjarmerað seg inn í tað føroyska hjartað og ætla nú at geva út sína fyrstu útgávu, soleiðis at teirra ljómvøkru røddir og musikalska tónasmið kann hoyrast í hvørjari stovu.

Í august kunnu tær upplivast á Summar Festivalinum.

Til framførsluna hava tær við sær Torleik Mortensen (bass) og Kristian Paula Ellefsen (klaver).