Tamara

SF.FO

Klaksvík 6. - 8. august 2020
Facebook YouTube

Tamara

Songkvinnan Tamara Mneney er eitt av feskastu stjørnuskotunum í Føroyum, og hon er á odda fyri bólkin Tamara, sum spælir nútímans popptónleik, ið hevur fingið íblástur frá RnB og Hiphop.

Tamara er gávurík songkvinna, sum hevur sungið síðan hon var smágenta, og tónleikur hevur havt nógv at týða fyri hana. Unga songkvinnan gav fyrsta sangin út í fjør, og hon hevur verið at hoyrt til ymisk tiltøk seinastu fáu árini. Røddin er framúr, og tónleikurin spennandi og framlítandi.

Nú verður Tamara at hoyra á Summar Festivalinum. Hon fer saman við bólki sínum at hava konsert í Tjaldinum.