Tinganest

SF.FO

Klaksvík 4. - 6. august 2022

Tinganest

Tinganest hevur síðani áttatiárini skrivað og sungið sangir fyri føroyingum. Teirra gløggu eygleiðingar, skeivu vinklar, vælsitandi tekstir og fangandi løg hava givið bólkinum eina heilt serliga støðu í føroyskum tónleiki. Verður tað lagt saman við serstaka vágasoundinum, ber til at siga, at eingin bólkur í heiminum er sum Tingnest.

Jóan Jakku Guttesen og hansara menn eru framúr á palli, og nú koma teir aftur á Summar Festivalin at spæla sangir sum Vágagellan, Annan sang, Síðsti dansur, Upp á tá og aðrar.