Nógv pláss er at leggja smábátar í Klaksvík, og í sambandi við Summar Festivalin verður skipað fyri, at bátarnir, ið koma á festivalin, fáa góð pláss nærindis festivaløkinum at liggja á.
Pláss skal umbiðast frá Norðoya Kunningarstovu á telefon 456939.