Byrta á Vágsbøi

SF.FO

Klaksvík 8. - 10. august 2019
Facebook YouTube

Byrta á Vágsbøi

Helst størsta føroyska tónleikanavnið í fjør var elektropoppbólkurin Byrta, har Guðrið Hansdóttir og Janus Rasmussen eru oddafólk.

Teirra melodiøsi elektrotónleikur fangaði av álvara oyruni hjá føroyingum í fjør, og fleiri sangir av útgávuni hjá Byrta vórðu tráspældir á føroysku útvarpsrásunum.

Byrta hevur eisini havt nakrar framúr góðar live-framførslur seinasta árið, og boð hava eisini verið eftir teimum úr útlandinum.

Í august kunnu tey upplivast á landsins størsta tónleikapalli. Byrta fer nevniliga at spæla á stóra palli á Summar Festivalinum – og lagt er upp til ársins elektroveitslu á Vágsbøi í august.