Christianskirkjan er opin
Øll trý festivalkvøldini hevur Christianskirkjan opið
Í sambandi við Summar Festivalin hevur Christianskirkjan í Klaksvík opið hóskvøldið, fríggjakvøldið og leygarkvøldið. Øll trý kvøldini frá kl. 19.00 til 22.00.
Høvi verður at koma inn í kirkjuna til kvirru og djúphugsni – og at tendra eitt ljós. Stutt andakt verður hvønn tíma.
Tað eru prestarnir í Norðoyggum, Marjun Lómaklett, Hanus á Gøtum og Jóhannes Purkhús, ið standa fyri tiltakinum.
Tey siga, at øll eru vælkomin á gátt.